Idemes Rocha Varela, er okkara sponsorbarn ígjøgnum Børnefonden

Myndir frá Cap Verde

Er føddur í Cape Verde 2 desember 2006
Tey búgva í Rincão í Santa Catarina Parish, Santiago Island, Cape Verde - Afrika

Hann gongur í barnagarð har tey eisini undirvísa í líkasum forskúla
Foreldrini eru Agostinho Gonqalves Varela 37 ár fiskimaður og Maria Concelqão Rocha 30 ár heimagangandi ( 2010 )

Tey búgva í egnum húsum gjørd av steinum og taki er av cement og compose (onkur jørð/mold blanding ). Í húsinum eru 2 rúm, eitt borð við 4 stólum og ein song. Tey hava ikki rennandi vatn og mugu ganga uml 10 min til ein brunn eftir vatni.

Tey eiga hønur, 2 grísar og 2 neyt og eta fyri tað mesta rís, fisk, mjólk, egg og kjøt við cachupa (okkurt tradionelt gjørt úr korni )

Tey eru ein sera fátøk familja

Fyri fyrstu 300 kr´urnar vit sendu teim, keyptu tey hettar (tey fingu pengarnar uml apr 2010)
Rís, olju, høsnarunga bouillon, mjólk, sukur og sápu. Nakað fer eisini at gjalda undirvísingina í barnagarðinum.